Hvat er Elektronikkskúlin?
Hesin skúlin er enn ein vaksandi dreymur hjá Kára á Torkilsheyggi. Men fer vónandi at vaksa og gerast ein íbirtandi megi innan breiða fak-økið "elektronikk" í Føroyum.
Stutt sagt, "hardware". Forritan og annað KT-arbeiðið verður oftast víst á einum skermi. Elektronikkur er skermurin sjálvur, allar tær smáu LED'irnar sum skulu vísa litir. Ein printpláta, ein komponentur, ein lodding osv. Elektronikkur er "hondgríbiligur".
Elektronikkur kann vera sera stuttligur at arbeiða við, bæði hjá ungum og eldri. Nógvir ymsir lutir kunnu setast saman til at skapa nýggjar leikur, tól, amboð, maskinur ella annað.
Hví er Elektronikkskúlin til?
Langsiktaða visjónin er: "At føroyingar gera fleiri vørur við egnum elektronikki". At útviklarar og fyritøkur siga: "Okkum nýtist ikki at keypa lidnan elektronikk til hesa vøruna, vit fara at tekna og menna elektronikkin sjálvi". Og at tað verður gjørt fyri at styrkja um tekniskar førleikar og økonomiskar møguleikar. Tvs at heimurin fær fleiri føroyskar printplátur.
Hvussu fer Elektronikkskúlin at røkka sína visión?
Við at bjóða fram vørur og tiltøk ið kunnu vekja áhuga.
Evni, ið kunnu gera visjónina til veruleika, kundu verið:
- "Kom og lær at lodda"
- "Tekna tína egnu printplátu"
- Bygg tíni egnu tól
- Grundleggjandi teori um ravmagn og elektronikk
- "Dámdi tær micro:bit? Kom og lær meir"
- "Lær teg at máta og stýra ymiskt við Arduino"
- "Hitamáting við Raspberry Pi"
Hvør stendur aftanfyri Elektronikkskúlan?
Kári á Torkilsheyggi, búgvi á Toftum.
Útbúgvin Elektronikktøkningur í 2008.
Hvønn er skúlin fyri?
Sum útgangspunkt øll sum hava hug. Bæði ung og gomul. Óvand og ser-vand. Næmingar og stjórar. Einasta treyt er at ein hevur áhuga fyri elektronikki. Og eitt ynski um at læra meir ella enntá at læra frá sær.
Hvar heldur skúlin til?
Har sum tiltøkini vera hildin. Kanska ein dag verður eitt høli til endamálið.
Hvørji tiltøk hevur skúlin?
- Heimasíðan varð skrásett 23. januar 2020.
- Áhaldandi átakið er at skriva og senda út tíðindabrøv.
- Kári undirvísir m.a. Elektronikk fyri NámX og elektrikarum á Glasi.
- Ein stutt loddi-verkstova varð hildin í Alisfrøði-stovuni á Skúlanum við Løkin. Hetta var meðan Bókasavnið við Løkin var opið, mest fyri at avprøva hølini, tað riggaði væl.
- Í trimum førum hevur Kári vegleitt fyritøkum ið ynskja at seta lærlingar innan elektronikktøkni.
- Ein el-læru-verkstova fyri 12 alisfrøði-lærarum var hildin á Glasi 03. oktobur 2022.
Hvussu kann man hjálpa, stuðla ella vera við í Elektronikkskúlanum?
- Tilmelda tíðindabrævið.
- Keyp eitt byggisett til tín ella sum eina gávu.
- Minn fyritøkur á at allar printplátur eru teknaðar og tað kann eisini gerast í Føroyum.
- Fortel einum ungum føroyingi at hann kann umhugsa eina karrieru innan elektronikk/hardware.
- Stuðla fíggarliga á 6460-6174304, har er gott pláss!