Gjøgnum tíðirnar hava føroyingar uppfunnið og ment nógv góð tól. Við at eisini uppfinna og menna elektronikkin til komandi tól og maskinur, fáa fyritøkurnar betri stýring á júst hvussu teirra tól fungerar. Øktir førleikar innan elektronikk, printplátur og hardware kunnu eisini føra til nýggjar vinnumøguleikar. Í dag velja flestu tøkniligu fyritøkurnar at keypa hillavørur ið verða settar í tólini. Visiónin hjá Elektronikkskúlanum er at tey áhugaðu fáa møguleikan at læra hvussu ein sjálvur kann menna elektronikk.
Her kanst tú tilmelda at fáa tíðindabrævið á telduposti.
Málið er at senda 2-3 tíðindabrøv um árið.
Keypa eitt byggisett
Avtala eitt skeið at læra um elektronikk:
Hvussu loddar man?
Hvussu teknar man eina printplátu?
Hvussu verður eitt elektroniskt tól ment?
Higartil verður alt avgreitt við telduposti og goldið við bankaflyting.
(egin útlegging av evninum)
Elektronikkur er okkurt man kann hava í hondini. Okkurt ítøkiligt. T.d. ein printpláta, ein spoli, transistor, skermur, hátalari ella ein annar komponentur.
Fakøkið er breitt. Liggur millum KT og alisfrøði. Man umtalar analogar og digitalar skipanir, operativsystem, tal-konverteringar, boolsk algebra, forritan men eisini mikrochippar, fermillimetrar, frekvensar, út- og innstrálandi radiobylgjur, Ohms Lóg, battarískipanir, orkunýtslu, biner tøl, ljósdiodur, eginupphiting, kostnaður.
Kreativt snið og form-krøv spæla eisini inn.
Í lærugreinini “alisfrøði” skulu allir næmingar í Føroyum hava innlit í el-læru ella ravmagn. Til hesa undirvísing hóska byggisettini “ELS004 Lampulyklaringur” og “ELS001 Ohms Lykt”.
Á fleiri handverkara-útbúgvingum verður undirvíst í el-læru. Til hesar útbúgvingar eru ELS001 og ELS004 hentar at hava við. Haraftrat, um talan er um longri skeið, ber eisini til at inndraga printplátu-tekning, so lærlingar kunnu síggja hardware sum teir sjálvir hava sniðgivið.
Til alisfrøði og forritan á miðnámsútbúgvingum ber til at nýta Arduino, Raspberry Pi, ESP32 ella aðrar mikrokontrollarar, har hugt verður eftir inngangum og útgangum og hvussu teir vera stýrdir. Haraftrat er upplagt at næmingarnir sjálvir tekna printplátir ið verða settar á mikrokontrollaran og fáast til at samvirka.
Innan verkfrøði er upplagt at menna nýggjar elektroniskar loysnir, allýsa krøv og kanna databløð hjá komponentum, fyri at tryggja at øll krøv verða yvirhildin. Kostnaðir á lutum og ikki minst tímaløn til menningarskeið skal havast í huga, tá hugsað verður um at útbyggja førleikar í fyritøkum.
Higartil hevur Elektronikkskúlin hjálpt læraralesandi á Setrinum í alis/evnafrøði og stuðlað undir el-teknisku undirvísingina hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.
Tað eru nakrar føroyskar fyritøkur, ið sniðgeva egnar printplátur. Higartil vita vit um 4:
GroAqua - mátitól til alivinnu og undirvatnsljós
OilWind - elektronisk snella
BS Tøkni - elektronisk snella
LookNorth - LED-modul til Lendisverju (mynd)
Til ber at læra til elektronikkfaktøkning í Føroyum, hóast skúlagongdin er í Sønderborg.
Eiti Kári á Torkilsheyggi. Føddur á Nesi í 1981, búð á Nesi, Keypmannahavn, Glyvrum, Aarhus og nú á Toftum. Giftur og eigi 4 børn. Útbúgvin elektronikkfaktøkningur í 2008.
Lærdi í Aarhus á einum elektronikkverkstaði, ið var knýtt at Biologisk Fakultet á Aarhus Universitet. Bleiv bitin av prosessini at menna eitt elektroniskt tól frá hugskoti og heilt til lidnu vøruna við kabinetti, teksti, streymveiting og tekniskum dokumentum.
Vóni gjøgnum hetta virksemið at stimbra føroyskum fyritøkum at uppraðfesta elektronikk- og hardwareførleikar.
Undirvísi dagliga á el-breytini á Glasi í ymsum evnum fyri elektrikarar. Havi eisini vallærugrein í elektronikki og eina elektronikk-breyt við NámX, sum er 10. flokks-tilboð til ung í Tórshavnar Kommunu.
Konan og børnini hjálpa eisini væl við virkseminum.
Um tú hevur fyrispurningar, ivamál ella ikki minst hugskot til at menna okkurt nýtt, so er lættast at skriva ein teldupost.
Skriva til kari@elektronikkskulin.fo
ella ring +298 50 40 31