Fekst tú ikki tíðindabrævið? Hygg í "spam"-mappuna. Ella les her: Tíðindabræv arkiv.
*|END:WEB_VIDEO|*
Videobrot har víst verður hvussu Lampu-lyklaringurin ELS004 verður loddaður saman.
Trýst á knøttin niðanfyri fyri at heinta PDF-skjal til mátingar og útrokningar av ELS004.
Vildi tú ynskt at printplátan sá ørðvísi út? Broyt hana!

Trýst á knøttin niðanfyri, fyri at heinta KiCad-fílurnar sum ELS004 er gjørd við. Til ber at endurskapa, broyta ella framleiða printplátuna sjálv/ur.

Endamálið við at deila hesar fílur er at vísa føroyingum at tað kann vera bæði lætt og bíligt at framleiða egnan elektronikk. Spyr endiliga!

Minst til at fyri at brúka fílurnar krevst "KiCad". Heinta ókeypis til Win, Mac el. Linux á: www.kicad.org
Bakgrund/søga:
Hetta er ein printplátan frá Elektronikkskúlanum(tískil ELS004). Hendan versiónin er teknað og framleidd í september 2021.

Printplátan er teknað og framleidd fyri at vísa á hugtøk í samband við elektronikk og printplátu-menning.

Málbólkurin er serliga alisfrøði-undirvísing í fólkaskúlanum og miðnámi.
Men hetta er eisini ein hóskandi loysn til fólk sum ongar royndir hava innan lodding, útrokningar ella elektronikk.


Hvør kann hava gagn av ELS004?
Øll byrjanarundirvísing í Ohm's Lóg.
  • Alisfrøði í fólkaskúlanæmingum
  • Alisfrøði á miðnámi
  • Viðkomandi yrkisrættaðar útbúgvingar, t.d. elektrikarar.
  • Øll onnur sum hava áhuga í at lodda eitt sindur.
Elektronikkskúlin

Kári á Torkilsheyggi
Brekkuvegur 20
FO-650 Toftir

+298 50 40 31
Elektronikkskúlin á YouTube.