Fekst tú ikki tíðindabrævið? Hygg í "spam"-mappuna. Ella les her: Tíðindabræv arkiv.
*|END:WEB_VIDEO|*
Videobrot har víst verður hvussu "Stavur" ELS006 verður loddaður saman.
Trýst á knøttin niðanfyri fyri at heinta PDF-skjal til mátingar og útrokningar av ELS006.
Vildi tú ynskt at printplátan sá ørðvísi út? Broyt hana!

Trýst á knøttin niðanfyri, fyri at heinta KiCad-fílurnar sum ELS006 er gjørd við. Til ber at endurskapa, broyta ella framleiða printplátuna sjálv/ur.

Endamálið við at deila hesar fílur er at vísa føroyingum at tað kann vera bæði lætt og bíligt at framleiða egnan elektronikk. Spyr endiliga!

Minst til at fyri at brúka fílurnar krevst "KiCad". Heinta ókeypis til Win, Mac el. Linux á: www.kicad.org
Bakgrund/søga:
Hetta er ein printplátan frá Elektronikkskúlanum(tískil ELS006). Hendan versiónin er teknað og framleidd í august 2022.

Printplátan er fyrst og fremst teknað og framleidd sum ein loddi-uppgáva, so brúkarin fær høvi til at loddað nógvar(218) loddingar. Men hetta er eisini gjørt fyri at vísa á hugtøk í samband við elektronikk og printplátu-menning.

Hvør kann hava gagn av ELS006?
Tey, ið ynskja at læra at loddað væl.

Kann brúkast til:
  • Pynt, t.d. fleiri Stavir settir saman til eitt orð.
  • Alisfrøði í fólkaskúlanæmingum
  • Alisfrøði á miðnámi
  • Viðkomandi yrkisrættaðar útbúgvingar, t.d. elektrikarar.
  • Øll onnur sum hava áhuga í at lodda eitt sindur.
Elektronikkskúlin

Kári á Torkilsheyggi
Brekkuvegur 20
FO-650 Toftir

+298 50 40 31
Elektronikkskúlin á YouTube.