Fekst tú ikki tíðindabrævið? Hygg í "spam"-mappuna. Ella les her: Tíðindabræv arkiv.
*|END:WEB_VIDEO|*
Videobrot har víst verður hvussu printplátan "Strikfjøl" ELS009 verður teknað.

Hetta er fyrsta versión.
Ein nýggj versión, við updateringum, er gjørd síðani. tó uttan video.
Vildi tú ynskt at printplátan sá ørðvísi út? Broyt hana!

Trýst á knøttin niðanfyri, fyri at heinta KiCad-fílurnar sum ELS009 er gjørd við. Til ber at endurskapa, broyta ella framleiða printplátuna sjálv/ur.

Endamálið við at deila hesar fílur er at vísa føroyingum at tað kann vera bæði lætt og bíligt at framleiða egnan elektronikk. Spyr endiliga!

Minst til at fyri at brúka fílurnar krevst "KiCad". Heinta ókeypis til Win, Mac el. Linux á: www.kicad.org
Bakgrund/søga:
Hetta er ein printplátan frá Elektronikkskúlanum(tískil ELS009). Hendan versiónin er teknað og framleidd í desembur 2023.

Hvør kann hava gagn av ELS009?
Tey, ið ynskja at læra at tekna printplátur.

Ella ein, ið manglar eina strikfjøl.
Elektronikkskúlin

Kári á Torkilsheyggi
Brekkuvegur 20
FO-650 Toftir

+298 50 40 31
Elektronikkskúlin á YouTube.